Uppvaskari til Hilton Garden Inn


Ert tú raskur og dámar væl at halda køkin reinan og væl skipaðan? So er tað kanska tær, vit leita eftir! Hilton Garden Inn søkir ein ábyrgdarfullan og ágrýtnan uppvaskara, ið hevur hug at arbeiða í einum altjóða hotell umhvørvi við høgari ferð saman við dugnaligum starvsfelagum.


Vit bjóða tær
Eitt væl umtókt og spennandi starvspláss, har tú verður ein partur av einum sera dugnaligum toymi. Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir. Eitt gott starvspláss er eisini merkt av einum jaligum arbeiðsumhvørvi, har samstarv og virðing er okkara lyklaorð.

Arbeiðsuppgávur

  • At vaska tænastu- og køksútgerð
  • At halda arbeiðsøkini rein og skipaði
  • At tryggja at køkurin altíð er klárur til næstu borðreiðing
  • At hjálpa til við gerandisreingerðina í køkinum, um tað tørvar
  • At fylgja reglunum hjá Hilton Garden Inn innan reinføri og trygd

Vit vænta, at tú

  • Ert álítandi og møtur stundisliga
  • Trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg
  • Hevur góðar samstarvsførleikar, ið føra til ein betri floym í arbeiðsdegnum
  • Ert fúsin og hevur ein jaligan hugburð
  • Kann arbeiða í skiftandi vaktum; bæði kvøld- og vikuskiftisvaktir
  • Royndir sum uppvaskari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Hjá Hilton Garden Inn, vita vit, at ein góð uppliving, byrjar handan tjaldið. Sum uppvaskari ert tú við til at skapa eitt grundarlag, sum ger tað møguligt hjá hinum í toyminum at avhenda mat og tænastu í heimsklassa. Tú verður ein partur av einum toymi, sum hjálpur hvørjum øðrum, hava tað stuttligt saman og arbeiða øll í móti einum felagsmáli: At geva einum og hvørjum gesti, eina uppliving, sum tey koma at minnast.

Setan
Starvið er uml. 30 tímar um vikuna.  
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfar skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo. Starvið verður sett sum skjótast. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Teitur Christensen á teitur@hiltongardeninn.fo ella á tlf. +298 29 40 01.

Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands lat dyrnar upp í 2020 og er partur av heimsfevnandi Hilton-ketuni. Hotellið er fyrsta og einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit liggja í vøkru náttúruni í útjaðaranum í Tórshavn – tætt við grøn økir og sjógv, og samstundis bert fáar minuttir frá miðbýnum. Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, venjingarmiðstøð, vælveruøki og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður. Harumframt barr og matstovuna Hallartún, ið borðreiður við allarbestu føroysku rávørunum.