Køkshjálp til vistaveiting hjá Hilton Garden Inn

Ert tú skipað/ur, ágrýtin og trívist væl við at starvið fevnir um ymiskar arbeiðsuppgávur? So er tað kanska tær vit leita eftir! Hilton Garden Inn søkir eftir einum køkshjálpara til okkara vistaveiting.

Vit bjóða tær
Eitt væl umtókt og spennandi starvspláss, har tú verður ein partur av einum sera dugnaligum toymi. Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir. Eitt gott starvspláss er eisini merkt av einum jaligum arbeiðsumhvørvi, har samstarv og virðing er okkara lyklaorð.

Starvið fevnir m.a. um

  • At hjálpa til við fyrireiking og matgerð
  • At hjálpa til við halda køkin reinan og skipaðan
  • At hjálpa til við uppvaskinum

Vit vænta, at tú

  • Ert álítandi og møtir stundisliga
  • Ert tænastusinnað/ur og sjálvstøðug/ur
  • Trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg
  • Hevur góðar samstarvsførleikar, ið føra til ein betri floym í arbeiðsdegnum
  • Ert fúsin og hevur ein jaligan hugburð
  • Hevur royndir innan køkshjálp er ein fyrimunur, tó ikki eitt krav

Setan
Starvið er uml. 30 – 40 tímar um vikuna. Starvið er í dagtímunum.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfar skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo. Starvið verður sett 1. mai ella sum skjótast. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Teitur Christensen á teitur@hiltongardeninn.fo ella á tlf. +298 29 40 01.

Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands lat dyrnar upp í 2020 og er partur av heimsfevnandi Hilton-ketuni. Hotellið er fyrsta og einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit liggja í vøkru náttúruni í útjaðaranum í Tórshavn – tætt við grøn økir og sjógv, og samstundis bert fáar minuttir frá miðbýnum. Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, venjingarmiðstøð, vælveruøki og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður. Harumframt barr og matstovuna Hallartún, ið borðreiður við allarbestu føroysku rávørunum.